Opel Vectra C ? tann triði í Vectra røðini

Opel er við at gera nýggja Vectra C kláran til at koma á marknaðin næsta ár. Bilurin verður at síggja á altjóða bilaframsýninginií Genève í mars 2002

 

Hóast bilurin alment verður sýndur fram næsta ár, vísa Opel longu nú myndir av nýggja Vectra. Um tvey ár er æltanin at koma við einum praktiskum bili, sum minnir um ein stationvogn, og verður bygdur yvir Vectra plattformin. Hesin bilur kemur at hava sítt egna navn og verður ein annarleiðis bilur enn sedan og hatchback útgávan. Opel brúka tað at kalla bilarnar alfabetiskt, sum til dømis var fyrsti Vectra sum kom á marknaðin ein Vectra A, síðan kom B, og nú kemur Vectra C.