Opel Speedster tikin av skránni

tir fimm árum á marknaðinum verður sportsbilurin Opel Speedster ikki gjørdur meira. Framleiðslan av Speedster byrjaði í september 2000, og bilurin var gjørdur í samstarvi við Lotus í Onglandi

21. juli 2005 koyrdi tann seinasti Opel Speedster av samlibandinum hjá Opel eftir fimm árum á marknaðinum. Framleiðslan av Speedster byrjaði í september 2000, og 7.000 bilar eru framleiddir síðan tá.

Hóast Speedster er týskur, er hann sami bilur sum enski Lotus Elise - men við størri karossaríi. Bilurin er eitt úrslit av samstarvi millum International Technical Development Center (ITDC) í Rüsselheim í Týsklandi og Lotus Engineering í Hethel í Onglandi.

Í 2003 varð Speedster kosin "Performance Car of The Year" av enska bilblaðnum "Car" í kapping við 38 aðrar sportsvognar. Í Onglandi eitur bilurin Vauxhall Speedster.

Eingin slíkur bilur er í Føroyum, men einaferð var ein Speedster her í sum framsýningarbilur hjá P/F Meinhardt Arge.


Myndatekstur:

Eftir fimm árum á marknaðinum verður sportsbilurin Opel Speedster ikki gjørdur meira