Opel Signum ? diskretur luksusbilur

Ein nýggjur Opel luksusbilur er á veg. Talan er um sera væl útgjørda luksusbilin Signum, ið líkist eini blanding av hatchback og stationcar. Bilurin er á stødd við Vectra, men hevur 13 cm longri aksilfrástøðu

Opel royna seg nú við annarleiðis luksusbilum sum hesum nýggja Signum. Hóast bilurin ikki sær so stórur út, er hann sera rúmligur. Tað at hann hevur 13 cm longri aksilfrástøðu enn Vectra, ger at tey ferðandi á baksetrinum hava beinpláss í limousine stíli. Í standard útgávuni er Signum ein luksusbilur, men hann fæst t.d við Travel Assistant, ið er ein boks ímillum bæði baksetrini. Í hesi boksini eru tvey borð at taka út, ein køliboks og pláss til DVD anlegg. Í loftinum eru lesilampur og rúm at legga lutir frá sær í. Signum fæst við trimum motorum, einum 2,2 litur bensinmotori og beinleiðis innspræning, einum 2,0 litur turbo motori við 175 hk og einum V6 commonrail turbodieselmotori við 177 hk.