Tað var favoritturin Opel Astra, sum fór við heiðrinum sum ársins bilur í Danmark í 2016 varð kosin millum danskar motorjournalistar í felag teirra, MKD.
– Tann nýggi Opel Astre hevur rættað tvey veik punkt. Plássið á baksetrinum og vektin hjá bilinum. Við meira plássi til beinini er Astra nú ein fragd fyri alla familjuna, ljóðaði grundgevingin frá Karsten Lemche frá FDM, sum var ein í dómsnevndini.
Eisini Jens Sønderup frá Nordjyske Medier atkøvddi fyri Opel Astra sum ársins vinnara.
– Opel Astra skal míni metan vera árins bilur í Danmark, tí hann sær so hamrandi gott út, koyrir fantastiskt, hevur rúmliga kabinu, eitt nógva útgerð og freistandi prísir, sigur hann.
Í finaluni í ár vóru eisini Audi A4, Jaguar XE, Mazda CX3 og Volvo XC90. Fyri fyrstu ferð var ein SUV við, Volvo XC90.
Donsku motorjournalistarnir heiðraðu Volvo XC90 fyri síni einastandandi trygdar-og komfortstøði, sum førdi til, at bilurin gjørdist nummar tvey til heiðurin sum ársins bilur.
– Volvo XC90 leggur nýtt støði fyri snið og trygd og freistar við endaleysum møguleikum fyri komfort og luxus. Tað gevur honum fleist stig frá mær, segði Jens Høy, freelancejournalistur, sum eisini var limur í dómsnevndini.










