OPEC skerjir ikki framleiðsluna

Hóast stóra prísfallið á olju varðveitir OPEC somu oljuframleiðslu sum nú - fyribils í hvussu er Eygleiðarar høvdu væntað, at OPEC-londini fóru at skerja oljuframleiðsluna, tí prísurin er fallin so nógv í seinastuni, men á fundi í Kairo í gjár var ikki semja um skrúva meiri fyri.

Tó verður roknað við, at spurningurin kemur aftur á borðið, tá londini hittast aftur í Algeria tann 17. desember.

OPEC-formaðurin Chakib Khelil segði aftan á fundin í gjár, at londini høvdu umrøtt altjóða fíggjarkreppuna og sambandið millum hana og oljuprísin. Hann legði afturat, at ætlanin er at taka stig til, at útboðið svarar til eftirspurningin.

Oljuprísurin fellur framhaldandi og kom í gjár niður í 54 dollarar fyri tunnuna á marknaðinum í New York.