Gilli Sørensen spældi mikukvøldið sín fyrsta dyst frá byrjan í Superliguni, tá Aab spældi móti danska stórfelagnum FC København.
Hóast Gilli Sørensen fekk góð ummæli frá sínum viðspælarum, er hann sjálvur ikki heilt nøgdur við sítt avrik.
Við danskar miðlar sigur hann, at hóast tað var ein stór uppliving at spæla í Parkini, so iðrar hann seg um, at hann ikki spældi betri.
- Tað gekk okay, men ikki meiri enn so. Tað er sjálvandi stuttligt at spæla mín fyrsta dyst. Tað var ein stór uppliving at spæla í Parkini, men eg eri skuffaður yvir, at tað ikki gekk betri, og at eg ikki fekk víst venjaranum, at hann skal sats upp á meg framyvir. Tað iðri eg meg um, sigur Gilli Sørensen við bold.dk.
Les eisini Brandur vann á Gilla










