Tað vóru fleiri, sum løgdu til merkis, at óvanliga nógvir dómarar vóru millum áskoðararnar í Gundadali, tá B36 og HB í kvøld spældu grannauppgerð.
Les eisini: 4. dómari: Eg havi ikki provokera venjaran
Orsøkin var ikki, at talan var um óvanliga áhugaverdan fótbóltsdyst, men heldur var hon tann, at fótbóltsdómararnir í kvøld hava havt fund, har bert tað eina málið var á skránni. Nevnliga leikbannið, sum venjarin hjá Víkingi, Sigfríður S. Clementsen, fekk eftir tað, sum gekk fyri seg, tá Víkingur vitjaði hjá B36 fyri tveimum vikum síðani. Tá fekk venjarin leikbann í ein dyst.
Les eisini: Siggi fekk ein dag
Formaðurin í dómarafelagnum, Petur Reinert, sigur seg ikki hava nakra viðmerking yvirhøvur, men sum vit hava skilt, so eru dómararnir alt annað enn nøgdir um, at talan bert gjørdist um tann eina dagin, sum venjarin fekk leikbann. Sum in.fo hevur skilt, so verður talan tó ikki um nakað beinleiðis tiltak frá fótbóltsdómarunum um hetta. Heldur verður talan um at geva Kappingarnevndini eitt gult kort, skilt soleiðis, at dómararnir vilja gera vart við ta ónøgd, sum hevur tikið seg upp um málið.
Les eisini: Petur Reinert: Nú er nokk!










