Stóra søgan í bretsku bløðunum, undan arvafíggindauppgerðini millum Manchester United og Liverpool leygardagin, er at tað er ónøgd og órógv í hópinum fyri tíðina.
Serliga snýr ónøgdin seg um tilgongdina hjá venjaranum, Louis Van Gaal til venjing og dystir. Víst verður til upptaktina undan fyrra dystinum móti Club Brugge í Champions League, har liðið ikki hevði ein frídag frá venjing í tríggjar vikur.
Eisini er ónøgd við spælistílin hjá felagnum í løtuni. Mett verður, at spælarar eru ov læstir í føstum uppgávum, og at tað er sum at spæla í spennitroyggju.
Sambært bretsku bløðunum, so hava menn sum Wayne Rooney og Michael Carrick havt nakað, sum minnir um ein fund, við Louis Van Gaal um støðuna. Søgan sigur, at Louis Van Gaal ikki ætlar sær at broyta nakað.
Víst veður eisini til, at stemningurin á venjingarstøðini ikki er eins góður og hann hevur verið undir Sir Alex Ferguson. Her verður millum annað víst á, at spælararnir og arbeiðisfólkini á venjingarstøðini, Carrington, ikki eta saman longri. Hetta var vanligt fyrr og fekk fólkini at kenna seg sum eina familju, verður ein kelda endurgivin fyri at siga.
Bløðini leggja eisini dent á, at spælarar sum Robin van Persie, Javier Hernandez, Rafael og Ángel di María allir hava fýst eftir Louis Van Gaal, eftir at teir eru blivnir seldir.
Louis Van Gaal er tiltikin fyri at verða tvørur og halda við sítt. Hann hevur eisini góð úrslit at vísa á. Spurningurin er um Louis Van Gaal ger tað, sum er neyðugt fyri fáa Manchester United á toppin aftur, ella um spælararnir hava rætt.
Tað kemur tíðin at vísa. Manchester United tekur leygardagin móti Liverpool í Premier League.