Onnur vanlukka í Oyndarfirði

Tað gingu ikki meira enn smáir tríggir og ein hálvur mánaði, áðrenn næsta syndarliga vanlukka hendi í Oyndarfirði.

Fólk í Oyndarfirði spyrja uttan iva seg sjálvi, hví vanlukkan við Klæmint Eli Poulsen júst skuldi henda í teirra bygd.
Hetta er næsta vanlukka, ið rakar bygdina innan tríggjar og ein hálvan mánað.
Eitt annað, ið festir seg við hesa seinnu vanlukkuna er, at tað er nógv, sum bendir á, at hetta valið var heilt tilvitað.
Politiið kann higartil bert staðfesta, at tað er einki, sum bendir á, at tala var um nakað brotsverk, og eingi prógv finnast fyri hvørki fyri ella ímóti óhappi. Tað fæst í fyrsta lagi størri greiði á eftir páskir.
Tað er heldur einki sum týðir upp á, at rúsdrekka skal vera uppi í leikinum við Klæmint Eli Poulsen vanlukkuni.
Tað gekk meiri enn ein vika at finna seinna mannin, sum var í bilinum, sum fór út av beint undan nýggjárinum í fjør. Hesaferð var maðurin funnin fyrsta dagin, skipað var fyri skipaðari leiting.