Onnur steypafinalan hjá B68 - Steypafinala nummar 42 hjá HB

Steypafinaluroyndirnar hjá HB og B68 eru sum dagur og nátt

Mynd frá "Fótbóltur 95". Edmund Joensen, løgmaður handar Andreasi F. Hansen, liðskipara hjá HB løgmansteypið 16. august í 1995. Fremst sæst FSF-forsetin, Torleif Sigurðsson, sáli

Leygardagin klokkan 17 spæla B68 og HB finaluna um løgmanssteypið á Tórsvølli.

 

Í landskappingini hevur HB vunnið tveir dystir, meðan triði og seinasti dysturin endaði við einum málríkum 3-3 javnleiki.

 

Steypafinaluroyndirnar hjá HB og B68 eru sum dagur og nátt.

 

Hetta er bert onnur steypafinalan hjá B68, meðan tað er steypafinala nummar 42 hjá HB.

 

HB hevur higartil í søguni vunnið 28 av 41 steypafinalum.

 

B68 tapti einastu finaluna teir vóru í fyri 28 árum síðani.

 

16. august í 1995 vann HB 3-1 á B68. Rúni Nolsøe og Andreas F. Hansen skoraðu í fyrra hálvleiki fyri HB, og tá eitt lítið korter var eftir av dystinum økti Eyðun Samuelsen til 3-0. Aksel Højgaard minkaði um munin til 3-1.

 

(Kelda: FaroeSoccer)

 

HER sæst eitt yvirlit frá Wikipedia yvir hvussu ofta tey ymisku liðini hava verið nummar eitt og tvey í steypakappingini:

 

##med2##

 

 

 

Mynd frá "Fótbóltur 95". Edmund Joensen, løgmaður handar Andreasi F. Hansen, liðskipara hjá HB løgmansteypið 16. august í 1995. Fremst sæst FSF-forsetin, Torleif Sigurðsson, sáli