Sum nevnt aðrastaðni samstarvar Hagstova Føroya við Skúlabókagrunnin um útgávuna av Árbókini fyri Føroyar.
Hetta samstarv hevur virkað í fýra ár nú, og ikki kann sigast annað enn at samstarvið er fyrimyndarligt. Tað hevur í hvussu er givið sera stórt avkast, um ein kann kallað tað so.
Tí úrslitið av samstarvinum er ikki bara, at Árbókin fyri Føroyar er komin á gøtuna. Nei, eitt annað úrslit er, at føroyskir skúlanæmingar hava fingið frálærutilfar, sum fylgir uppsetingini í Árbókini.
Niels Petersen, frá Skúlabókagrunninum, sum hevur samskipað útgávuna av Árbókini sigur, at vit á hesum øki eru sera frammalaga.
Tað er vanligt aðrastaðni at geva árbøkur út, men tað er ikki vanligt, at útgevarin av hagtalstilfari samstarvar so tætt við útgevaran av frálærutilfari, og tí eru ofta broytingar í frá ári til ár.
Hjá okkum er tað øðrvísi. Árbókin er í sjálvum sær gott frálærutilfar, men afturat tí gevur Skúlabókagrunnurin eisini út frálærutilfar, sum er gjørt í beinleiðis samanhangi við Árbókina.
Byrjað er í einum enda av bókini, so at siga. Fyrsta hefti, sum varð givið út bar heitið »Lyklatøl um Føroyar«. Annað hefti var kallaðist »Íbúgvaviðurskifti« og tey eru komin í júst somu raðfylgju sum kapitlarnir í bókini.
Eisini meiri enn hefti
Tó so, tað eru nú ikki allar útgávurnar, sum kunnu kallast fyri heftir. Einki frálærutilfar var til taks um føroyska arbeiðsmarknaðin, og tí fekk høvundin ríkiligt at takast við tá hann fór í holt við ta uppgávuna.
Hefti um arbeiðsmarknaðin gjørdist ístaðin til eina bók um tað sama upp á uml. hálvtannaðhundrað síður, sum sostatt eru til taks hjá teimum ymsu skúlunum at brúka í undirvísingini.
Niels Petersen frá Skúlabókagrunninum metir tað hava sera stóran týdning, at hesar bøkur verða givnar út.
? Sjálvandi kunnu øll læra at lesa hagtøl við at brúka Árbókina, men frálærutilfari fer meira í dýpdina við evninum enn tað er møguligt í Árbókini. Tað skal tó leggjast afturat, at »okkara« Árbók er nógv frammanfyri aðrar hagtalsárbøkur í øðrum londum, hvat innihaldið viðvíkur.
- Vit hava fingið at vita úr øðrum londum at vit eru sera heppin at vit eru so væl fyri á hesum øki, sigur Niels Petersen.