Onnur forsøgnin

Onnur forsøgnin gevur Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum fólkatingsmenninar

 

Val

Onnur forsøgnin, sum komin er frá fólkatingsvalinum, gevur teimum báðum flokkunum, sum hava staðið seg best í veljarakanningunum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, báðar menninar.

Forsøgnin, sum byggir á 28,1% av atkvøðunum, gevur Sambandsflokkinum28,4% og Tjóðveldisflokkinum 24,0%. Beint í hølinum á honum kemur Javnaðarflokkurin við 23,9% og Fólkaflokkurin fær 21,6%. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin fá ávikavist 0,0 og 2,0%

Sambært hesi fosøgnini standa Lisbeth Petersn og Høgni Hoydal at verða vald á Fólkating.