Kappast verður í:
fjórgongd,
fimmgongd
og tølt.
Eisini verður kappast í byrjunarflokki, ið er fyri ung undir 16 ár, óroyndar ríðarar og óroynd ross.
Innleiðandi umførini byrja leygardagin 31. mai kl. 10 og finalurnar vera sunnudagin frá kl. 14.
Møguleiki verður fyri at keypa kaffi, køkur, suppu og smyrjibreyð.
Tilmelding kann fara fram á tlf. 594527.










