Á donsku ferðavinnustovunum verður sagt, at ferðaseðlasølan til Turkalands er minkað niður í helvt, samstundis sum áhugin fyri at halda summarfrí við Miðjarðarhavið er vaksin nógv. Ein av donsku ferðavinnustovunum, Star Tour, sigur, at har hava fólk serliga víst áhuga fyri at fara til oyggjar so sum Mallorca, Menorca, Kos og Kanarisku Oyggjarnar. Á hesum leiðunum verður neyðugt við eyka flogførum, meðan fleiri ætlaðar flogferðir til Turkalands í summar eru avlýstar ella útsettar.
Undir Flógvakrígnum í 1991 minkaði eftirspurningurin eftir frítíðarferðum næstan 50 prosent. Í sambandi við hetta kríggið er fyribils talan um 20 prosent minking, siga donsku ferðavinnustovurnar.










