Onnur eru eisini komin illa fyri

Tað eru ikki bara konufólkini, sum myndir eru av, ið eru komnar illa fyri av “Golden Maps”.
Myndir eru eisini av naknum gentum, har tú ikki sær andlitið. Nakrir dreingir hava verið skjótir at sett navn á, og leysasøgurnar ferðast skjótt. Sosialurin veit um eina, sum er løgd undir at hava tikið myndir av sær sjálvari, meðan hon hevur verið nakin – hóast tað ikki passar.
Fleiri hava rópt eftir henni í býarlívinum, og hon kennir seg sera illa viðfarna av nøkrum, hon ikki hevur gjørt.