Trygd og tunnlar
? Arbeiðseftirlitið umsitur arbeiðsumhvørvislógina, og vit hava ikki verið inni á málinum um tunnlatrygd, sigur stjórin á arbeiðseftirlitinum, Karl Joensen.
Millum annað í Danmark er tað ikki heilt ókent, at tá til dømis Stórabeltsbrúgvin varð bygd, kom arbeiðseftirlitið inn og segði, hvat varð kravt fyri, at brúgvin skuldi vera nóg trygg.
? Hetta økið liggur nærri brunaumsjónini, heldur Karl Joensen. ? Vit hava ikki verið eftirspurdir á hasum økinum og vit hava heldur ikki gjørt nakað krav uppá nakað tílíkt. Vit seta ikki nøkur krøv tá tunnlar verða bygdir, og um eftirspurningur skuldi verið eftir okkum, haldi eg ikki, at í fyrstu syftu er ikki so nógv hjá okkum at gera við tað. Hesin trupulleikin fer longur inn í aðrar lóggávur enn tær, arbeiðseftirlitið umsitur.