Onkur vindskaði í gjárkvøldið

Tað hevur verið fitt av vindi í gjárkvøldið og í nátt og tað er tað enn, sambært mátarunum hjá Landsverki. 

 

Løgreglan hevur tó ikki merkt nógv til illveðrið, tí bert ein skaði er hendur, sum vakthavandi í morgun veit um. 

 

Og talan er um tekjuna á Húsarhaldsskúlanum, sum í gjár aftur fekk skaða í vindinum. 

 

Bjargingarfólk í Klaksvík vóru tó skjót á staðnum og fingu fest tekjuna aftur, so at leysu endarnir ongan skaða gjørdi. 

 

Umframt hetta fór ein bilur á rull í Klaksvík í gjárkvøldið og endaði á sjóðnum. Hvør orsøkin er, veit løgreglan ikki enn, men ein teori er, at tað eisini var ein vindskaði.