Onkur skeinkistøð fingu átalu

- Vit góvu onkrar átalur, men sum heild er skilið á skeinkistøðunum gott, sigur løgreglan.

 

Løgreglan kannar javnan skeinkistøðini kring landið, og sum oftast verður sagt, at skilið er rímiliga gott á hesum støðum.

 

Í nátt kannaði løgreglan nøkur skeinkistøð í Havn, og hesaferð var løgreglan í sivilum klæðum - og ikki í løgreglubúnum.

 

- Tað var trongt á nøkrum skeinkistøðum, og her vóru onkur viðurskifti, sum gjørdu, at onkur skeinkistøð fingu eina átalu.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at skilið sum heild var gott og tað, sum tey sóu, er ikki nógv meira, enn tú kanst vænta á slíkum støðum.

 

- Men, tingini skulu sjálvsagt vera í lagi. Hesaferð høvdu vit eina meira neyva gjøgnumgongd, og hetta førdi til onkrar átalur.

 

Vaktleiðarin vísti í morgun á, at eitt nú er ikki krav, at skeinkistøð hava duravørð, men tað er krav, at skil er á skeinkistaðnum.

 

- Er eingin duravørur, og her er nógv fólk, kann tað standa á at halda skil á øllum viðurskiftum, sum skil skal vera á sambært skeinkilógini.

 

Lagt verður aftrat, at hevur skeinkistaðið duravørð, skal hesin eisini hava eina góðkenning frá loyvisnevndini.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at á onkrum skeinkistaði funnu tey ikki ordiliga út av, hvar eitt nú brunagóðkenningin var.

 

- Á einum skeinkistað skulu gestir ikki vera ov druknir, borð skuldu vera ruddilig, og her eru eisini onnur viðurskifti, vit hyggja eftir í einari slíkari gjøgnumgongd.

 

Lagt verður aftrat, at onkur viðurskifti vístu seg í nátt, tá skeinkistøð vórðu kannað, sum løgreglan nú skal hyggja nærri eftir í dag.