Onkur situr á berum eftir høgtíðina

- Eydnan er ikki at finna í øllum tí, sum verður keypt til jóla, heldur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður.

- Vit hava hildið jól á Økrum. Tað plaga vit at gera, hóast vit onkuntíð seinastu árini hava hildið jólaaftan hjá soninum, sum býr í Hoyvík. Í ár vóru tvey av børnunum heima.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður. Hann vísir á, at hann hevur veðrar, sum standa inni og skulu hava at eta hvønn dag, umframt ein hund. Tí ber ikki til at vera frá húsum í fleiri dagar.

 

- Um jólini havi eg eisini verið deknur í kirkjunum á Leiti, fyrra jóladag og í dag, annan jóladag, eri eg deknur í Sumba.

 

Jacob Vestergaard sigur, at abbasynirnir vitja um jólini og nýggjárið. Tann yngsti, sum er føddur í november, vitjaði fyrstu ferð í gjár, fyrra jóladag - og hin kemur nýggjársaftan.

 

- Vit ótu dunnu jólaaftan, føroyska gás fyrra jóladag, og annan jóladag plaga vit at koyra eitt ræst tjógv í ovnin.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at tað er konan, sum tekur sær av at keypa jólagávur, men sjálvur sleppur hann ikki heilt undan. Og tó; hetta verður sum oftast skjótt avgreitt.

 

- Mær dámar einki, tá handlar byrja við jólalýsingum tíðliga um heystið. Best hevði verið, um jólastákanin ikki byrjaði fyrr enn um mánaðarskiftið november/ desember.

 

Sjálvur ger Jacob Vestergaard ikki nógv burtur úr við at stákast uppundir jól. Ikki tí, at hann ikki heldur tað vera sera hugnaligt, tá jólatrøini verða tendrað og alt verður pyntað, bæði inni og úti.

 

- Tað eru tey, sum gera ov nógv av og sita á berum eftir høgtíðina. Eydnan er ikki at finna í øllum tí, sum keypt verður til jóla, kanska tvørtur ímóti.

 

Jacob Vestergaard heldur, at betur hevði verið, um fólk í størri mun hugsavnaðu seg meira um tað, sum jólini veruliga snúgva seg um - og fóru ein túr í kirkju ella á møti á jólum.