- Onkur rópar okkum "ung í arbeiði"

- Vit vilja heldur arbeiða og fáa minni í fólkapensjón enn at sita heima við hús og kúra.

Tá skip landa á Toftum, arbeiða sum oftast nakrir eldri harrar á bryggjuni. Tað eru fleiri ár síðan, at teir komu á "landsliðið", hóast teir ikki fáa fulla "spælitíð", tí teir heldur vilja arbeiða.

 

- Vit vilja heldur arbeiða og fáa minni í fólkapensjón enn at sita heima við hús og kúra, siga menninir við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Menninir á myndini, sum Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, hevur tikið, eru Sigmund Djurhuus, sum skjótt fyllir 75 - og Henning Joensen og Andrias í Túni, sum skjótt fylla 74 ár.

 

- Vit fegnast um, at brúk er fyri okkum, og at vit kunnu arbeiða, siga menninir, sum allir hava verið sjómenn og sum trívast í tí maritima umhvørvinum á havnalagnum.

 

Tann eini av monnunum, sum sjómanstrúboðarin skifti orð við á bryggjuni á Toftum hesa løtu, helt skálkaliga fyri, at teir viðhvørt verða róptir "ung í arbeiði".