- Øll partrolarapørini uttan eitt eru til fiskiskap, og nøkur pør koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er fyri tað mesta smáligur, men okkurt parið hevur brúkiligan fiskiskap.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at eitt par er farið vestur á Reykjanesryggin at fiska tosk.
Men, eru flestu partrolarapør til fiskiskap, er hetta ikki støðan hjá djúpvatnstrolarunum, tí teir liggja allir við bryggju. Væntandi er tó, at onkur loysir í næstum.
Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju.
- Fleiri trolbátarnir fara út aftur, tá veðrið batnar, og væntandi fara allir at fiska havstaku. Gongst, sum ætlað, landar onkur møguliga síðst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og møguliga koma bæði hesi skipini inn at landa síðst í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar havtasku. Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men tað er meira smáligt hjá skipinum, sum fiskar havtasku.








