Vit hava brúk fyri, at onkur torir, at taka tey neyðugu stigini, fyri at steðga hesum svínarínum. Tað sigur Harry Jensen, bóndi í Skúgvi.
Løgtingið viðger í hesum døgum eitt uppskot um at seta eina djóravælferðarlóg í gildi. Hon skal setast ístaðin fyri tað gomlu djóraverndarlógina, sum tíðin er farin frá.Og í tí sambandi hevur bóndin í Skúgvi eina staðiliga heitan á Løgtingið í sambandi við seyðahald.
– Eg vóni ikki, at tit góðtaka, at tað skal verða loyvt at saga hornini av veðrum, sigur hann í eini viðmerking, nú nú málið er til viðgerar.
Tað er ikki óvanligt, at sagað verður av hornunum á veðrum, har tey veksa skeiv og veksa nn í høvdið. Harry Jensen heldur enntá, at tað tíverri nokk er vanligari enn vit halda. Men hann sigur, at hetta er bara líkasæla, og vísir eina manglandi kenslur fyri dýrunum.
Harry Jensen sigur, at hann hevur ímillum 20 og 30 veðrar hvørt ár og tað er ongantíð neyðugt at saga hornini. At saga nakað av lambshorninum, uttan fyri slógvið, er nakað heilt annað, staðfestur hann.
– Tá ið eg taki veðurlomb um heystið, velji eg altíð eftir hvussu hornini eru. Tá ið tey hava verið inni nakað av vetrinum, sæst um hornini kanska ikki veksa sum eg væntaði. Og gera tey ikki tað, setir hann sparrur á hornini, og verður tað gjørt ordiliga, pínir tað ikki seyðin, sigur Harry Jensen. Hann leggur afturat, at tað er sjáldan meir enn tríggjar, fýra vikur, so kunnu tær takast av aftur.
Bóndin í Skúgvi sigur, at eitt annað, sum er forboði, men kortini verður nógv nýtt, er at stinga seyðin, uttan at skjóta hann fyrst.
– Her haldi eg tit skulu sláa tað fast við stórum seymi, at hetta fær fylgjur, sigur hann í eini áheitan á Lægtingið
– Føroyingar eru raskir at finnast at halal slátrinum hjá muslimun, men hetta sum gongur fyri seg í Føroyum er onki øðrvísi, sigur hann. Vit hava brúk fyri, at onkur torir, at taka tey neyðugu stigini, fyri at steðga hesum svínarínum, leggur hann afturat.
Hann leggur afturat, at tað eru meir enn seksti ár síðani pápi hansara gavst at stinga seyð. Pápi hansara lærdi Harry at stinga, skuldi hann komið soleiðis fyri, at tað var neyðugt. Men tað var við einum seyði, ið varð skotin fyrst.