Men nú má vera nokk.Tá Noreg tveitur okkum 5.000 tons av 36.000 tonsum av makreli og samtíðis sigur, at taka tit ikki við hesum so fáa tit onki, tá má botnurin vera náddur.
Landsstýrismaðurin hevur onki val, tað vita norðmenn, allir flakatrolararnir eru í klemmuni og eru riknir burtur av bestu fiskileið.
Tað at Føroyar og Noreg (sum eitt felags trekk ímóti ES) avtala at áseta sær eina eyka kvotu av makreli upp á sløk 36.000 tons er so eitt, men tá so býtast skal, so siga norðmenn, at tit fáa 5.000 tons, restin er okkara, tá ber ikki til meir. Gongur hettar, so verða teir nógv grovarði næstu ferð.
Norski kapitalurin og norskir kvotabarónar hava seinastu nógvu árini yvirtikíð meira og meira norska partin av fiskivinnu samráðingunum millum Noreg og Føroyar, samtíðis sum politiski myndugleikin í Noreg hevur minni og minni at skula sagt. Havi sjálvur fleiri ferðir verði við til hesar samráðingar undir leiðslu av Atla Dam.
Nógv harligari til verka
Nú eiga allir myndugleikar í Føroyum sum hava høvið til tess at gera vart við seg yvirfyri norðmonnum. Fyrst Løgmaður, síðan landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, eisini føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum eiga á næsta fundi at fáa hesa norsku herferðina móti føroyingum uppí orðaskiftið í norðurlandaráðnum. Hettar er roynt fyrr og hava norðmenn verði rættuliga kroystir, tá onnur norðurlond hava hoyrt um skiftandi norsku framferðina ímóti føroyskum fiskimonnum og føroyingum sum heild. Hugsa sær til 85 prosent til norðmenn 15 til okkum.
Fyri at fáa eina eyka toskakvotu í Barentshavinum hava norðmenn ásett sær sjálvum eina eyka (kystkvotu) av toski. Ber onki annað til hjá okkum, so er at áseta eina eyka strandakvotu av makreli við Føroyar, og endiliga minnast til at fiska hana. Lige for lige når venskab skal holdes.










