Onkur má hjálpa Dimmalætting at lesa kommunalar roknskapir

Um Dimmalætting hevði gjørt sítt heimaarbeiði, áðrenn hon serveraði villeiðandi upplýsingar fyri lesarunum, hevði blaðið sæð, at einki »hokus-pokus« er í handfaringini av pengum hjá Tórshavnar kommunu. Her er eingin, sum hevur gjørt nakað aftan fyri bakið á fíggjarnevndini og borgarunum í Havn

Álvaratos, tit á Dimmalætting. Nú skrava tit botnin.

 

Við stórari mynd á forsíðuni og yvirskriftini »Brúkt 84 mió. av tøkum peningi« rør Dimmalætting týsdagin 24 januar 2009 framundir, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu av sínum eintingum skal hava selt øll virðisbrøvini hjá kommununi aftan fyri ryggin á fíggjarnevndini.

 

Av óvart?

Lat verða sagt beinanvegin, at so lítið høpi er í greinini, at hon má vera komin í blaðið av óvart, áðrenn onkur við eitt sindur av skili fyri kommunalum roknskaparhaldi hevur fingið stundir at lisið hana ígjøgnum.

 

Bæði á forsíðuni og í innganginum til greinina á síðu 2 inni í blaðnum verður skrivað, at »Heðin Mortensen hevur selt øll virðisbrøv hjá kommununi, uttan at fíggjarnevndin hevur verið vitandi um hetta«. Hetta skal, sambært Dimmalætting, vera gjørt í óðum verkum, tí býráðið hevur brúkt alt sítt innistandandi og roynir tí at bjarga sær frá einum nulli á bankabókini við einari virðisbrævasølu, ið blaðið heldur vera illgrunaverda.

 

Milliónir í samtyktar íløgur

Fyri at siga tað stutt, so eru tær 84-85 milliónir krónurnar heilt einfalt brúktar til tað, sum býráðið hevur samtykt, at tær skulu brúkast til. Talan er um íløgur, sum hava verið útsettar, tí arbeiðsmegi ikki fekst til at fáa tær framdar, men sum í 2008 eru settar í verk, so hvør einasta av hesum milliónunum er farin á rætta stað. Tær vóru ikki ætlaðar at verða standandi á bók ella at verða bundnar í virðisbrøvum, men at verða brúktar til sítt rætta endamál, so skjótt sum tað læt seg gera.

 

Hyggjast skal við rættiliga blindum eygum, skal ikki síggjast, hvat kommunan hevur fingið av skafti við sínum mongu íløgum í 2008. Her er talan millum annað um 77 milliónir krónur til skúlar, so sum nýggja skúlan við Løgmannabreyt, høvuðsumvæling av Eysturskúlanum og nýggjan skúla á Argjum. 64 milliónir eru farnar til vegir og kloakkir. 16 milliónir til mentan og frítíð, so sum rennibreytina á Hálsi. Sjey milliónir til eldraøkið, t.d. røktarheim við Tjarnargarð og ellissambýlið oman Mattalág. Umframt 28 milliónir til byggibúning og útstykkingar.

 

Fara væl um allar ognir

Tá tað ikki ber til at fremja ætlaðar íløgur, verður óbrúkti peningurin standandi á bók. Borgarstjórin og fyrisitingin hava sum skyldu at fara væl um allar ognir hjá kommununi, og vanligt er og hevur verið, at ein partur er settur í trygg virðisbrøv. Soleiðis er eisini í hesum føri.

 

Hóskandi kassapeningur hjá Tórshavnar kommunu er um 60 milliónir krónur, og tí er tað heilt vanlig mannagongd, at virðisbrøv verða seld, so kassin altíð hevur tað gjaldføri, ið krevst.

 

Her kann viðmerkjast, at tá ein onnur kommuna kom í óføri av plaseraðum peningi, fekk Tórshavnar kommuna vitjan av kommunala eftirlitinum, sum tó ongar viðmerkingar hevði til okkara handfaring av kassapeningi. Her var snøgt sagt einki at seta fingurin á!

 

Fatar ikki kommunalan roknskap

Kortini heldur Dimmalætting, at okkurt er at seta fingurin á. Tí verður ein grein skrivað í óðum verkum, so øll orsøk heldur er at seta fingurin á handverkið hjá tí skrivandi. Hóast Tórshavnar kommuna hevur almennar roknskapir og almennar fíggjarætlanir, so bæði borgarar, fjølmiðlar og onnur kunnu síggja samanhangin, letur ikki til, at greinaskrivarin hevur fatað, hvussu hann skal lesa ein kommunalan roknskap.

 

Tí var betri, um onkur kønari kundi lisið greinina ígjøgnum fyrst, áðrenn hon – helst av óvart – endaði í blaðnum, áðrenn hon var liðug og alt í henni var eftirkannað.

 

Undirskriftin hjá Jan Christiansen

Tað má tí helst eisini vera ein misskiljing, at býráðs- og fíggjarnevndarlimurin Jan Christiansen í greinastubba niðan fyri greinina verður endurgivin fyri at siga, at »tað tykist mær løgið, at vit í fíggjarnevndini einki fingu at vita, men eg eri vísur í, at tað er tilvitað, at vit ikki blivu kunnað,« tá hann opinbart verður biðin um viðmerking til sama mál.

 

Helst er hann skeivt endurgivin, tí fíggjarnevndarlimir verða kunnaðir um fíggjarligu gongdina hjá kommununi. Somuleiðis er roknskapurin undirskrivaður, og har hevur Jan Christiansen saman við øllum hinum býráðslimunum skrivað undir, at hann hevur lisið grannskoðaraprotokollina.

 

Einki hokus-pokus

Við ársenda í 2008 hevði Tórshavnar kommuna onga skuld, hóast fíggjarætlanin javnvigaði við lántøku upp á umleið 100 milliónir krónur, sum vóru ætlaðar til íløgur.

 

Men av tí at kommunan framvegis ikki hevur fingið gjørt allar tær samtyktu íløgurnar, varð lánið ongantíð tikið, samstundis sum kommunan hevði tøkan pening í virðisbrøvum og á bók.

 

Her er einki »hokus-pokus« og eingin, sum hevur gjørt nakað aftan fyri bakið á fíggjarnevndini, sum í 2008 hevði somu møguleikar at fylgja fíggjarligu gongdini, sum hon altíð hevur havt!