Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Gordon Brown hevði varhugan av, at bretskir tíðindamenn avlurtaðu telefon hansara, tá hann var fíggjarmálaráðharri. Sjónvarpið Sky sigur, at Brown bað løgregluna kannað málið.
Sky hevur fingið tíðindini frá nøkrum partlmentslimum hjá arbeiðaraflokkinum, sum vilja vera við, at eisini Tony Blair, fyrrverandi forsætisráðharri, hevði illgruna um, at hansara telefon bleiv avlurtað, og at onkur óviðkomandi las hansara sms-boð.
Tingmenninir siga, at Blair vendi sær til løgregluna við málinum, men sambært Sky hevur Blair sagt, at tað gjørdi hann ikki.
Fyri trimum árum síðani bleiv ein tíðindamaður hjá News of the World dømdur fyri at hava roynt at avlurta telefonirnar hjá bretska kongshúsinum. Tað er eisini almenn uppfatan, at fleiri bløð hava roynt at fáa atgongd til at lurta eftir telefonum hjá leiðandi politikarum.