Onkur línuskip landa í næstu viku

Eitt línuskip er á veg yvir á Flemish Kap at fiska kvotuna, sum eftir er.

Trý línuskip eru undir Íslandi, og tvey eru undir Føroyum. Eitt línuskip er á veg yvir á Flemish Kap, og in.fo hevur skilt, at hetta er Váðasteinur.

 

- Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, brosmu og so nakað av longu, svartkalva og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey eitt línuskip undan Íslandi mánadagin, og kanska kemur eitt skip aftrat seinni í vikuni.

 

- Línuskipini undir Føroyum fiska mest longu, brosmu, tosk, svartkalva og blálongu, og møguliga landar annað av hesum skipum seinnapartin av næstu viku, sigur marknaðurin.