-Tá eg stoytti tað, sum var eftir í kannuni, burtur, sá eg, at tað var tjúkt og gult á liti, sigur tænarin á matstovuni á Millenium-gistingarhúsinum í London við blaðið The Sunday Telegraph.
Kanningarnar hjá bretsku løgregluni hava víst, at tað er væl hugsandi, at fyrrverandi KGB-maðurin Alexander Litvinenko bleiv eitraður av onkrum, sum hann át ella drakk á Millenium-gistingarhúsinum, og sum kostaði honum lívið tríggjar vikur seinni.
Norberto Andrade, sum var tænari hendan dagin, sigur við The Sunday Telegraph, at hann bleiv órógvaður, tá hann skuldi seta tekannuna á borðið hjá Litvinenko, og at onkur kann hava koyrt eitur í kannuna tá.
-Tað, sum var eftir í kannuni, var gult á liti og tjúkt, sigur Norberto Andrade við blaðið.
Bretska ákæruvaldið heldur, at Alexander Litvinenko bleiv eitraður, tá hann hitti tríggjar russarar á Millenium-gistingarhúsinum tann 1. november í fjør. Tann 23. doyði hann.