Onkur kann hava funnið lyklarnar til húsini

Løgreglan hevur møguleikan opnan um, at onkur kann vera sloppin inn í húsini í Lørenskog við lyklum, sum lógu uttanfyri.

 

Tað er ikki óvist, at tann ella teir, sum burturfluttu Anne-Elisabeth Hagen hin 31. oktober í fjør eru slopnir inn við lyklum, sum kunnu hava ligið uttan fyri, tí tað var meira enn so, at lyklar lógu á ávísum støðum uttanfyri.

Ein ógvuliga viðkomandi spurningur í royndini at loysa gátuna um norsku ríkmanskonuna er at finna út av, hvør eigur ávís spor inni í húsunum, har Anne-Elisabeth og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu.

Ein annar spurningur, sum arbeitt eisini hevur verið við, er, hvussu brotsmaður ella brotsmenn sluppu inn í húsini og kundu sleppa til rýmingar við hini tá 68 ára gomlu, sum einki lívstekin hevur givið frá sær síðan.

- Vit eru vitandi um, at lyklar viðhvørt vórðu goymdir uttan fyri húsini, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, sum tó einki vil siga um, hvar lyklarnir plagdu at liggja. 

Hann vísir á, at eisini í hesum málinum hevur løgreglan gjørt kanningar og hevur roynt at funnið út av, hvør hevur havt lyklar til húsini í Lørenskog. Kortini vil kanningarleiðarin ikki útihýsa, at onnur enn tey, ið løgreglan veit um, kunnu hava havt lyklar.

- Í einum kanningararbeiði sum hesum er tað mest áhugavert at royna at finna út av, hvør hevur verið í umhvørvinum og í húsunum heldur enn at vita ítøkiliga talið av lyklum til húsini.

Tá miljarderurin, Tom Hagen, setti seg í samband við løgregluna hin 31. oktober í fjør, fóru kriminalteknikarar beinanvegin í gongd við at venda hvørjum "steini" í málinum, og tá varð eisini hugt eftir, um brotsmenn kanska høvdu sett onkra elektroniska útgerð í húsini.

Av tí, at hóttanarbræv lá í húsunum, sum segði, at tað kundi kosta Anne-Elisabeth Hagen lívið, um Tom Hagen dró løgregluna upp í málið, noyddist løgreglan í allari friðarligheit til arbeiðis í húsunum.

Í hóttanarbrævinum var eisini krav um loysigjald á níggju miljónir evrur.

Norska løgreglan heldur seg hava funnið fleiri "fyrireikingarspor", sum stava frá tíðini, áðrenn ríkmanskonan hvarv, og løgreglan útihýsir ikki, at familjan kann hava verið undir eftirliti í eina tíð, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Løgreglan hevur tískil gjørt nógv fyri at savna inn alt hugsandi tilfar - frá vakmyndum, myndum og dronumyndum, sum tiknar eru í umhvørvinum og av húsunum hjá ríkmanshjúnunum.

Í tíðini, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv, gjørdi ein fyritøka viðlíkahald í húsunum og teir, sum fingust við hetta arbeiði, eru allir avhoyrdir í málinum - í royndini hjá løgregluni at greiða málið.