Onkur hevur helst rindað við kassa eitt

- Vit vita, at fjúsið kann vera stutt, tá fólk hava eina kenning, men her er neyðugt hjá øllum pørtum at duga sær hógv, sigur løgreglan.

 

Aftur í nátt hevur løgreglan verið til steðar í náttarlívinum í Havn, har fólk í nøkrum førum vóru við at fara í táttarnar á hvørjum øðrum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað hendir meira enn so, tá fólk eru í býnum og eru rúsað, at onkur vísir provokerandi atburð móti øðrum.   

 

- Tá tann, sum líður undir hesum, troyttast, kann vera skjótt, at tann provokerandi fær ein upp á kassan - ella noyðist at gjalda við kassa 1, sum vaktleiðarin tók til.

 

Sambært vaktleiðaranum hevur okkurt slíkt mál verið í nátt, og spurningurin er, um hetta verður til harðskapsmál ella ei.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at hóast tú verður provokeraður úti í býnum, er neyðugt at kenna spælireglurnar, sum tikið verður til.

 

- Vit vita, at fjúsið kann vera stutt, tá fólk hava eina kenning, men her er neyðugt hjá øllum pørtum at duga sær hógv.

 

Tað, sum liggur í hesum, sum vaktleiðarin segði í morgun, er, at tað er ikki loyvt at taka málið í egnar hendur og sláa ein annan.

 

- Í hesum førinum fara vit at tosa við partarnar og møgulig vitnir, sum vóru um hesar leiðir, so greiða kann fáast á málinum, sigur vaktleiðarin.