Onkur hevur gjørt ein falskan brúkara av Strandferðsluni

– Vit vilja gera vart við, at hetta er ein falskur brúkari, siga tey úr Strandferðsluni.

Ein Facebooksíða er stovnað á íslendskum, ið lýsir við ókeypis ferðakortum frá Strandferðsluni í Føroyum.

 

Strandferðslan ávarar tí við hesum í dag:

 

– Vit vilja gera vart við, at hetta er ein falskur brúkari, og hevur onki við Strandferðsluna at gera. Vit vilja tí heita á tykkum um ikki at trýsta á leinjuna, skrivar Strandferðslan á Facebook.

 

– Vit hava fráboðað hesa síðuna, og verður hon vónandi stongd niður sum skjótast.