Magnus Heinason gjørdi í juni ein túr, har botnurin varð filmaður. Endamálið var at finna korallir undir Føroyum. Hetta var í samband við eina norðurlendska verkætlan um viðbreknar leiðir.
Havstovan vísir á, at av teimum 53 upptøkunum, vórðu korallir sæddar á umleið fimm upptøkum. Hetta var norðanvert Suðuroyarbanka. Sokallaður ostabotnur varð sæddur á 19 støðum.
- Væntandi høvdu fleiri korallir verið sæddar, um kaðalin hevði verið longri. Upptøkurnar vóru so mikið góðar, at til bar at síggja fisk og smálutir á botni. Botnurin var sum heild reinur, tó at gamal línureiðskapur varð sæddur viðhvørt.
Havstovan vísir á, at hetta var ein serstakur túrur í samband við eina norðurlendska verkætlan, sum nevnist NovasArk. Endamálið við verkætlanini er at skráseta útbreiðslu av korallum og øðrum viðbreknum verum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.
Við sær hevði Magnus Heinason eina serstaka videoútgerð, har videoupptøkur verða skrásettar, meðan tær eisini verða vístar á skipinum. Talan er um útgerð, sum Havstovan eigur og aðra útgerð, sum er keypt til endamálið.
- Upptøkurnar vóru sera klárar og eisini bar til at steðga og hyggja at stillum myndum, og vit sóu til tíðir fisk, mest lítla kongafisk og viðhvørt størri fisk sum longu.
Á Havstovuni leggja tey aftrat, at einki var at síggja til húsarhaldsburturkast á myndunum, men tað kom fyri, at gomul lína lá á botni.