Herverk í Havn: Onkur breyt ein rút í einari matstovu

Løgreglan heldur seg vita, hvør hevur gjørt tað.

Í gjárkvøldið um 20-tíðina fekk løgreglan fráboðan um herverk. Tað var um onkran, sum hevði brotið ein rút í einari matstovu. Hetta var í Havn, og talan var um ein lítlan rút.

 

Løgreglan heldur seg vita, hvør breyt rútin. Arbeitt verður víðari við málinum í dag.

 

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni síðan í gjár, og einki annað nýtt er at skriva heim um í dag.