Sløkkiliðið hevur ábyrgd av øðrum enn at sløkkja eldar. Í gjár var Tórshavnar Sløkkilið boðsent á Gomlurætt, tí fólk høvdu sæð eitt trol flóta út fyri ella nærindis havnalagnum. Tað er ikki ókent, tí sløkkiliðið hevur fleiri ferðir fyrr verið á staðnum og tikið plastslangur og líknandi upp, sum kann vera til vanda fyri skipaferðsluna í økinum.
Ætlanin hjá sløkkiliðnum var at brúka lítla gummibátin Watson, til uppgávuna, men tá átaksleiðarin kom vestur, mátti hann staðfesta, at hetta trolið varð dekan ov stórt fyri Watson.
Sum sløkkiliðið baksast við hetta, leggur ein bátur úr Hesti at á Gomlurætt og átaksleiðarin heitir tí fólk á bátinum um at hjálpa sær. Tað var gaman í. Ein endi bleiv settur á trolið og hin kastaður umborð.
- Við eitt sindur av togan og hálan, loysnaði trolið. Tá kundi báturin sleipa tað inn í hylin, at bryggju. Stóra tøkk skulu tey eiga fyri tað, vónandi náddu tey bingoið, sum tey skuldu til í Hesti, skrivar Tórshavnar Sløkkilið á Facebookvanga sínum.
Síðani krøkti kranabilurin í trolið og hivaði tað upp á land.
Myndir eru at síggja á Facebookvanganum hjá Tórshavnar Sløkkiliði.