Soleiðis verður hesin parturin av Niðari Vegi í Vestmanna breiðkaður. Tað er Articon, sum ger arbeiðið. Myndina tók Birgir W. Høgnesen

Soleiðis verður Niðari Vegur breiðkaður

Tað er eitt gamalt ynski í Vestmanna at breiðka Niðara Veg í bygdini

Soleiðis verður hesin parturin av Niðari Vegi í Vestmanna breiðkaður. Tað er Articon, sum ger arbeiðið. Myndina tók Birgir W. Høgnesen

Í fleiri ár hevur verið tosað um at breiðka Niðara Veg í Vestmanna, og seinnu árini hevur kommunan eisini tikið nøkur tøk, har vegastrekkir eru breiðkað.

 

Vestmanna kommuna hevur seinastu tíðina lýst við, at Niðari Vegur hevur verið stongdur fyri gjøgnumkoyring tann partin av degnum, tá arbeitt hevur verið.

 

Soleiðis hevur eisini verið, nú arbeitt hevur verið við at breiðka vegin omanfyri róðrarneystið í Vestmanna.

 

Tá Niðari Vegur hevur verið stongdur, hevur verið víst til Ovara Veg.

 

Viðhefta mynd omanfyri vísir, hvussu kommunan hevur valt at loysa hendan partin av vegastrekkinum, sum nú verður breiðkaður, og tað er Articon, sum ger arbeiðið.

 

##med2##

 

 

 

Soleiðis verður hesin parturin av Niðari Vegi í Vestmanna breiðkaður. Tað er Articon, sum ger arbeiðið. Myndina tók Birgir W. Høgnesen

Á myndini sæst, hvussu vegaføringin sá út um hesar leiðir fyri breiðkingina, sum nú er í gongd