Fleiri lágtrýst flyta seg av suðri norður móti Íslandi og Grønlandsfjørðinum, og brúgvaløgini haðani, við regni og mildari luft, fara næstu dagarnir framvið Føroyum av suðri. Onkrir lítlir hátrýstsryggar koma eisini.
Veðrið í dag
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, seinnapartin stívt andøvsgul upp í hvassan vind. Skýggjað og regn, men sum frá líður klárar í og sólin sær. Um kvøldið samdrigið og um náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, eitt skifti hvassur vindur upp í skrið, 15 til 20 m/s, seinnapartin snarar hann í ein útsynning og makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, seinnarpartin stundum sólglottar, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig. Um náttina makar minkar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og lutvíst klárt og hitin millum 4 og 7 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni veksur hann vindin av suðri í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind í støðum, 15 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, um náttina skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av suðri og vestri, 3 til 7 m/s, um kvøldið ella náttina veksur hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Eitt skifti yvirhøvur turt og onkrir sólglottar, seinni dregur samanum og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 9 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn av og á, seinni yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Mikudagin
Hann minkar vindin í lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s, seinni gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.