Ert tú spentur til sólarmyrkingina?
- Nú eri eg ikki staddur í Føroyum, men búgvi í Brússel og fái tíverri ikki høvi at uppliva hesa sólarmyrkingina heldur. Ikki í veruleikanum, bara í tykisheimi, endurvarpaða á skíggja.
Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, sigur, at skíggin henda fríggjamorgunin fer at standa á Sendistovu Føroya suðuri í evropeiska samveldishøvuðsstaðnum.
- Sendistovan ætlar nevniliga at skipa fyri einum tiltaki í sambandi við sólarmyrkingina.
Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?
- Jú, tað skilji eg sum so væl. Eg meini so við; fólk kemur úr øllum heraðshornum at síggja ein bólt verða sparkaðan í Gundadali ella á Svangaskarði. So, hví skuldu tey ikki komið, tá bóltarnir verða so undursamliga og gátuført spældir á tí stóra leikvøllinum úti í rúmdini?
Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?
- Nei, eg havi onga fulla sólarmyrking upplivað í Føroyum, bara partvísar. Seinast, minnist meg rætt, var tað í august í 1999. Hinvegin havi eg hoyrt nógvar søgur og frásagnir um sólarmyrkingina í juni í 1954, summar nokso trøllsligar, sigur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur.