Vit hava spurt nøkur fólk, hvørjar bøkur tey lesa, um tey ynskja sær bøkur í jólagávu, og um tey hava nakra meining um dygdina í føroyskum bókum.
Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt?
- Eg lesi bæði føroyskt og útlendskt, sigur Emil Nolsøe, ið siglir sum skipari í Grønlandi.
Hvørja bók lesur tú beint nú?
- Bókina hjá Lars Løkke Rasmussen sum kom út í summar.
Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?
- Eg havi einki serligt ynski.
Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?
- Haldi, at onkrar eru sera góðar. Síðstu viku las eg bókina hjá Sólrun Michelsen "Ein táttur er silvur”. Hetta er ein perla av einari bók, sigur Emil Nolsøe.