Johannes Johannesen ? gittar og róp
John Holgarson ? bass og róp
Hans Erling Guttesen ? trummur og róp
William Olsen ? trummur, slagverk og róp
Karl Anton Klein ? gittar og gallróp
Karl Anton Klein er tann sum rópar harðast í bólkinum. Í øllum førum boða almennu upplýsingarnar frá, at meðan hinir rópa, so er tað uppgávan hjá Karl Anton at gera gallróp. Eingin »sangari« er í bólkinum, men allir bjóða seg fram at rópa.
Karl Anton Klein er kendur frá ymsum samanhangum í føroyskum tónleiki, hann hevur bæði spælt í bólkum og sum einstaklingur.
Hesin bólkurin hevur ikki verið frammi áður, men teir siga, at teir spæla sína egnu blanding av »heavyfólkapunkablues við einum ferili av polka og jassi, vanliga í tí harðara endanum.«










