Onki verkfall: Semja undirskrivað um Strandferðsluna

Nú er greitt, at Strandferðslan verður ikki rakt av arbeiðssteðgi á hesum sinni. Semingsmenninir hava sitið á Hotel Føroyum við yvirmannafeløgunum og lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum nú í 14 tímar og roynt at finna semju um nýggjan sáttmála fyri yvirmenninar.

Sum vit skrivaðu á Portalinum fyrr í kvøld, løgdu teir eitt semingsuppskot fyri partarnar klokkan 20.30 og góvu teimum ein tíma at svara.

Men partarnir vildu hava longri umhugsunartíð og út ímóti midnátt varð greitt, at báðir partar hava góðtikið semingsuppskotið.

Sáttmálin fór úr gildi 1, oktober í fjør og nýggi sáttmálin er galdandi til 1. oktober í ár.

Lønarhækkingin er eitt prosent, men annars var eisini tvídráttur um arbeiðstíð, men eisini tann partin varð semja um.

Hetta snúð seg um at lækka arbeiðstíðina so at hon hon samsvarar við altjóða sáttmálar.

Partarnir hava beint nú undirskrivað nýggjan sáttmála, sigur Alfred Petersen, semingsmaður.