Ommur, fastrar, vinfólk og onnur standa sína roynd í summar, tí onki tjaldingarpláss verður á G!-Mini. Fyrireikararnir siga, at teir høvdu vónað at kunnað boða frá onkrum tí viðvíkjandi, men mugu tíverri nú boða frá, at onki tilboð verður til tjaldarar, tá ongin er farin í holt við uppgávuna.
Tí verður mælt til at biðja sær pláss at gista hjá familju, vinum og kenningum í Gøtu og/ella nærhendis. Og tað ber eisini væl til at tjalda í havanum hjá onkrum.
Tí minst til, snildur er ikki ráðaleysur!