Onki spreingiloyvi

Greinin er partur av eini greinarøð:

Vit eru fakfólk
Onki spreingiloyvi
Politi onga fráboðan
Hol á fleiri hús

<A target=_blank
 - Vit spreingja ikki sjálvir. Tað mást tú spyrja spreingimeistaran um. Hann spreingir fyri okkum, men vit hava onki spreingiloyvi. Men tað er so øgiliga ringt at rokna út, hvussu grótið brotnar, so tað er ringt at hava við at gera, sigur Jóhan Joensen, sum stendur fyri arbeiðinum, og sum hevur givið spreingiarbeiðið til Hentze Entreprenørar.
 - Jú, ávaringarljóð varð brúkt. Tað siga tey, at tað varð brúkt, men um tey hava hoyrt tað, tað veit eg ikki. Vit brúktu ein lastbil at geva ávaringarljóð við. Og eg hoyrdi hann so um alla  bygdina, tá eg fór at vita, aftaná prát var um, at fólk ikki hoyrdu ávaringarljóðið, sigur Jóhan Joensen.
- Men nú til endan var tað komið í rættlag. Tað síðsta var fínasta slag, sigur Jóhan Joensen.
 
-hkm