Onki skot á mál

Manchester United, sum ikki hevði eitt skot á mál, tapti í dag fyri fyrstu ferð í ellivu dystum

Tveir teir seinastu dystirnir í 21. umfari í Premier League hava verið í dag. Southampton vann á fyrsta sinni í 27 ár á Old Trafford, meðan Arsenal vann greitt á Stoke.

 

Les eisini: Chelsea einsamalt á odda

 

Southampton hevur nú yvirhálað Manchester United í Premier League. Tað hendi eftir, at Southampton vann 1-0 á Old Trafford. Einsamallur málskjútti var Dusan Tadic, tá hann sendi ein returbólt í málið tjúgu minuttir fyri tíð.

 

Hóast Manchester United hevði onkrar stórar málmøguleikar, so raktu teir ikki málið  eina tí einastu ferð. Tað er fyrstu ferð í eini fimm ár, at Manchester United ikki er noterað fyri eitt skot á mál í einum Premier League dysti.

 

Manchester United og Louis van Gaal hava framvegis 37 stig í Premier League. Tað er eins nógv og Manchester United við David Moyes á odda, hevði aftaná 21 umfør farna kappingarár. Munurin er, at Manchester United nú er nummar fýra.

 

Les eisini: Steven Gerrard skaddur í Liverpool sigri

 

Arsenal og Alexis Sanchez vunnu greitt á Stoke. Landsliðsspælarin úr Kili var við í øllum trimum málunum í 3-0 sigrinum. Hann legði upp til tað fyrsta og skoraði tvey tey næstu. Southampton yvirhálar Manchester United, meðan Arsenal nú hevur yvirhálað Tottenham á fimta plássi.

 

Premier League 21. umfar:

Arsenal – Stoke 3-0

Manchester United – Southampton 0-1

Sunderland – Liverpool 0-1

Burnley – QPR 2-1

Chelsea – Newcastle 2-0

Everton – Manchester City 1-1

Leicester – Aston Villa 1-0

Swansea – West Ham 1-1

WBA – Hull 1-0

Crystal Palace – Tottenham 2-1