Tá grundgevingarnar eru uppi, taka summir politikarar til lægstu vápn, ið hugsast kunnu: Persónsálopið ? ella "karaktermorðið". Við ósannindum at sáa iva um trúvirðið hjá persónum við øðrvísi politiskari sannføring. Tað hevur myndað føroyskan politikk seinastu tíðina í ólukkumát.
Og tá fólk nú fara at leggja undirritaðu orð í munnin og síðani á skeivum grundarlagi at leggja okkum undir at siga ósatt ? tá er nóg mikið.
Lisbeth L. Petersen leggur okkum undir at hava sagt, at danska staturin hevði "tjent sær eyka rentu" uppá lánini til Føroya undir kreppuni. Hetta er síðani endurtikið í fjølmiðlunum. Men hetta eru orðini hjá Lisbeth ? ikki okkara.
Undir fíggjarlógarviðgerðini 9. okt. 2001, var eitt orðaskifti um, hvussu føroyingar hava vunnið sær burturúr kreppuni. Har førdu vit m.a. fram:
?At tað var vanligi føroyingurin, ið hevði goldið fyri alla føroysku kreppuna, og hevði omaná alt goldið rokningina hjá danska fíggjarheiminum við rentu av rentu. Sostatt var tað sjálvandi vanliga føroyinginum fyri at takka, at føroyska samfelagið nú er um at koma burturúr kreppuni.
?Hartil vísti Karsten Hansen á, hvat fór fram undir samráðingunum um loysn á bankamálinum ? har rentan fyri lánina úr Danmark til Føroya var til samráðingar og ein ov høg renta boðin úr Danmark.
Hetta orðaskiftið fall Lisbeth L. Petersen fyri bróstið, og hon valdi at seta Ríkisumboðnum ein fyrispurning. Svarið hjá Ríkisumboðnum váttar júst tað, sum vit førdu fram: At danska stjórnin ikki misti pening ella lat nakað eyka til Føroya í kreppuni. Ein og hvør kann fara inn á heimasíðu Løgtingsins á www.logting.fo og hoyra við egnum oyrum, hvat sagt varð í tinginum. Vit hava eisini útskrivtir av orðaskiftinum, um nakar er áhugaður at kanna, hvat veruliga er sagt.
Kortini hevur Lisbeth L. Petersen lagt okkum undir at siga ósatt ? og síðani er hetta endurtikið í fleiri fjølmiðlum. Tað undrar okkum tó, at slíkar skuldsetingar ikki fáa avleiðingar.
Til tess at fáa allan sannleikan fram í hesum máli, hava vit gjørt av at senda landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum eitt bræv. Har heita vit á nevndina um at kanna málið og gera sína niðurstøðu um, hvørt vit sum landsstýrismenn hava gjørt nakað skeivt í málinum.