Onki samsvar ímillum gjald og útreiðslur

Hvussu nógv rinda tey, sum eiga bilar, í landskassan í skatti og avgjøldum, og hvussu nógv brúkar landið upp á at halda veganetið.

 

Tað vil undanfarni landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, nú hava núverandi landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, at greiða løgtinginum frá.

 

Í hesum sambandi vil hann hava at vita, hvussu nógv akfør rinda í skrásetingargjaldi, mvg, vegskatti, avgjaldi á brennievni.

Hann vísir á, at tað, sum tey ið eiga bil, rinda í landskassan hvørt ár, eru stórar upphæddir

 

Men landskassin hevur eisini útreiðslur til veganetið og Jørgen Niclasen vil samstundis hava at vita, hvussu nógv landskassin brúkar til at halda veganetið, til ábøtur og til nýíløgur í vegir, tunnlar og brýr.

 

Hann staðfestir, at akfør rinda munandi meira í landskassan, enn hvat veganetið kostar tilsamans, bæði at halda verandi vegir og at gera nýggjar vegður.

 

 

Hann heldur, at her eigur samsvar at vera ímillum og tí spyr hann Kristinu Háfoss um hon ætlar at broyta viðurskiftini, so at samsvar verður í millum tað, bileigarar rinda í landskassan, og tað, landið brúkar uppá veganetið.