Onki nýtt undir sólini - uttan Kaj Leo!

Løgmaður, er djarvur. Onkur heldur í so djarvur, men lat ivan heldur verða sakini til fyrimunar, og takið løgmann uppá orðið!
Tað er ikki ein og hvør, sum hevði megnað at varðveitt formanspostin í Sambandsflokkinum eftir at viðkomandi boðaði frá, at tíðin var farin frá Ríkisfelagsskapinum. Hugsi eisini, at nógv sambandsfólk skriða sær í nakkanum og ivast í, hvat alt hetta snýr seg um:
• Ríkja- ella ríkis-??
• Sjálvstøðugt land, men ikki fullveldi??
• Vil hækka blokkin við 200 mió kr, men sær fyri sær, at blokkurin er burtur um 20 ár??
• Niðurleggur sendistovur, og vil virka á jøvnum føti við onnur lond úti í heimi??
Skilji væl tey, sum ikki ordiliga fata, hvør leiðin er, - ella ivast í, hvat liggur í útmeldingunum, ella, um har er nøkur leið.
Komandi landsfundur Sambandsfloksins verður tí avgerandi í hesum høpi.
Fær løgmaður krakk frá baklandinum, soleiðis sum onkur vil verða við, so er formaðurin kvitt, og nýggjur má veljast.
Fær hann hinvegin herðaklapp frá baklandinum, so hevur hann forboblað sína styrki í flokkinum, og kann slík sementering fatast sum, at Kaj Leo verður formaður floksins í nógv ár afturat.
Hinvegin, so er onki nýtt undir sólini.
Sambandsflokkurin er altíð komin aftaná. Tey eru ímóti broytingum, men eru fyri, tá ið broytingin er sett í verk.
Hvør kennir ikki mótstøðuna frá sambandsfólki:
• ímóti føroyska málinum,
• ímóti Merkinum,
• ímóti koyrivegunum,
• ímóti blokkstuðlinum,
• ímóti 200 fjórðinga fiskimarkinum osfr osfr.

Men, sum ikki einaferð, so eru tað tær sjálvsstýrissinnaðu kreftirnar í hinum flokkunum, sum hava talað fyri, og sum hava varpað ljós á fyrimunirnar við tí nýggja. Komið í eygað, so eru sambandsfólk við, og vilja til eina og hvørja tíð hava verandi skipan, hóast tey vóru ímóti henni beint áðrenn, hon varð sett í verk.
Hinvegin so er hetta ikki annað enn eitt strið ímillum konservatismu og liberalismu. Tey sum vilja halda aftur, og tey sum vilja broytingar. Hetta kenna vit aftur í øllum samfeløgum á so mongum mótum: í politikki, í trúðarspurningum, í persónligari menning osfr. Tað eru tey, sum velja tað kendu og tí tryggu gongdina í ávísum málum, og so hini sum hava fingið nokk, og vilja broytingar. Tað, sum tó er sermerkt við sokallaða ríkisfelagsskapinum, er, at tað hevði nærum verið óhoyrt í øðrum londum, at ein meiriluti av eini tjóð tvíheldur ímóti sínum sjálvsøgdu rættindum sum tjóð. Har eru Føroyar so millum fáu undantøkini í heiminum.
Men alt hevur sína tíð – eisini ríkisfelagsskapurin! Tað, sum tó er nýtt í hesum førinum, er, at formaðurin í Sambandsflokkinum er við uppá broytingarnar, áðrenn tær eru framdar, - so her stemmar ikki heilt við søguna !
Men gott í teg, Kaj Leo, drív á, - tað sum hevur týdning, er, at tú sigur tað tú hugsar og ynskir, og ikki bara tað, sum tú heldur, at hini vilja hava teg at siga.
Nú røddir úr øllum flokkum á tingi vilja úr hesi skipan, eru sannlíkindi fyri at okkurt er í væntu, og at eisini ríkisfelagsskapurin, har Føroyar og Grønland eru undirgivin Danmark, er søga. Tað vísir,at hóast seiggið stríð á sjálvsstýrisleið, so ber á mál, um bara hugsjónin fær innivist í orðaskiftinum.