Onki korona: Hópurin hjá B36 er sloppin út

Europa League: Hópurin hjá B36 er enn eina ferð testaður negativur fyri koronu

Hópurin B36 fór mánamorgunin til Gibraltar, har liðið skal spæla móti St Joseph’s í Europa League. Undan fráferðini var ein persónur við koronusmittuni í leiðarahópinum hjá B36, og tí hevur felagið í fleiri førum verið og testa seg.

Seinasta og kanska týdningarmiklasta testin var mánadagin, tá B36 kom til Gibraltar. Eisini her var hópurin testaður negativur fyri koronu og er nú sloppin út av gistingarhúsinum. Spælararnir hava verið ein styrri útferð og fyrireika seg nú til venjing á Victoria leikvøllinum, sum hevur fingið nýtt graslíki, síðani B36 spældi har í 2018.

- Seinast vit spældu har var undirlagið ikki gott. Tað var sum teir gomlu vøllirnir í Føroyum við svørtum gummi. Nú verður spennandi at síggja hvat fyri undirlag vøllurin hevur, sigur Jákup á Borg í samrøðu, sum verður at hoyra á In.fo seinni, og í Europa League radio, sum verður í morgin frá klokkan 15.

 ##med2##

FM1 sendir Europa League radio frá klokkan 15 í morgin, og hevur heimildarmann á staðnum. Dysturin hjá B36 byrjar kokkan 16.30.