Onki illgrunasamt er við eldinum umborð á Pison. Tað staðfesta kanningarnar hjá serfrøðingunum frá politinum.
Kanningin vísur klárt, at eldurin er kyknaður í botninum í nøkrum turkiskápum, sum finnast miðskips á mittasta dekkinum.
Eitt 2,5 m langt varmarør undir turkiskápunum var tært so illani, at tað var komi í samband við trækonstruktiónina í turkiskápunum. Hetta hevur so viðført, at eldur er kyknaður í turkiskápunum. Pison hevur fingið nakað av eld og roykaskaða.
Tann 47 ára gamli maðurin doyði av roykeitran. Hundurin, ið tann 47 ára gamli maðurin átti og hevði við sær umborð, er nú eisini funnin deyður umborð á Pison.
Serfrøðingarnir hjá Ríkispolitinum fara avstað aftur til Danmarkar seinnapartin í dag.