Onki høpi í skuldsetingunum

Vit hava ikki broytt lógina fyri at hjálpa einum ávísum reiðara, men fyri at geva flotanum betri møguleikan at laga seg til veruliga støðuna

Tað er onki høpi í skuldsetingunum um, at eg skal hava broytt lógina um vinnuligan fiskiskap fyri at hjálpa einum ávísum reiðara.

- Hendan skuldsetingin er íspunnin, staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í sambandi við ákæruna, sum Tórbjørn Jacobsen og onnur tingfólk hjá Tjóðveldinum, føra fram í greinini omanfyri.

Hann sigur, at broytingin í lógini um vinnuligan fiskiskap um at taka skottið burtur ímillum skip, sum eru størri enn 110 tons og tey, sum eru minni í bólki 4-T

- Hetta hevur onki við nakran ávísan handil at gera. Hetta er eina og aleina fyri at gera ta lættari hjá øllum 4-T skipabólkinum at laga seg til.

- Veruleikin er, at tað eru ov nógv skip til ov fáar dagar í bólkinum og taka vit markið burtur, verður tað lættari hjábólkinum at laga seg til broyttu umstøðurnar, sigur landsstýrismaðurin.

Hann ásannar samstundis, at handlar eru farnir fram, so tað hevur Tórbjørn Jacobsen rætt í.

- Men uppskotið hevur onki við hesar handlar at gera, men er bara fyri at geva bólkinum møguleikan at laga seg til broyttu fortreytirnar og tað haldi eg er skilagott, sigur Landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at markið upp á 110 varð sett í lógina fyri at forða fyri, at útróðrarbátar blivu gjørdir til stórar línubátar og tað var ongantíð ætlanin at forða fyri, at trolbátar blivu lagdir saman tvørtur um markið.

Les eisini greinina “Jacob Vestergaard skuldsettur fyri svik” og greinina ”Taka undir við Jacob Vestergaard”