Onki felags røktarheim í Vági uttan at øll Suðuroy verður ein kommuna

Tað er als ikki óhugsandi, at Tvøroyrar Kommuna byggir sítt egna røktarheim, heldur enn at vera við í einum felags røktarheimi í Vági

Røktarheim og kommunusamanlegging

Tvøroyrar Kommuna eigur ikki at at betala fleiri milliónir til eitt røktarheim í Vági uttan so, at øll oyggin verður løgd saman í eina kommunu.
Tað er Kristin Michelsen enn púra sannførdur um.
Borgarstjórin á Tvøroyri hevur fyrr tengt røktarheimið í Vági og kommunusamanlegging saman og summarið hevur ikki fingið hann at broytt støðu.
Miðnámsskúlin var upprunaliga á Tvøroyri, men hann hava vit mist. Somuleiðis hava vit mist heilsuskúlan eftir at kommuna hevur brúkt milliónaupphædd uppá hann. Sostatt hava vit mist alt av bygdini og tí fara borgararnir á Tvøroyri als ikki at góðtaka, at vit harafturat eisini skulu betala milliónir fyri eitt røktarheim í Vági, uttan so, at øll oyggin verður ein kommuna.
Og hesum sjónarmiði er borgarstjórin sjálvur púra samdur í.
Hann sóknast eftir einum veruligum vilja til at leggja alla oynna saman í eina kommunu.
Øll, uttan vágbingar, siga seg vilja kommunusamanlegging, men ongin ger nakað við tað. Eg kann tí ikki koma til aðra niðurstøðu enn at hetta er tann beri sjónleikur av hinum kommunum.

Hevur ongan skund
Annars veit Kristin Michelsen ikki, nær Tvøroyrar býráð fer at viðgera spurningin um eitt røktarheim í Vági.
Men hann leggur dent á, at hetta er ikki eitt mál, sum hevur skund.
Vit fara ikki at bróta feriu av fyri at viðgera hetta málið. Tað kemur til viðgerðar, tá ið stundir verða til tað.
Hann sigur, at Tvøroyrar kommuna hevur brúkt so nógva tíð og orku uppá hetta málið, at tey fara ikki at longur at draga tað framum nakað annað.
Næsti regluligi býráðsfundur á Tvøroyri verður ikki fyrrenn 5. september.
So fer tíðin at vísa, um hann verður útsettur ella ikki. Og tíðin vil so eisini vísa, um hetta málið kemur til viðgerðar tá, ella um tað verður at bíða til ein seinni fund. Tað verður í øllum førum ikki á dagsskrá fyrrenn einaferð í heyst, tá ið stundir verða til tað, sigur Kristin Michelsen.
Landsstýrið hevur hoyggjað hetta málið so til, at vit fara ikki longur at leypa á leistum fyri at loysa málið. Vit hava lagt eitt stórt arbeiðið í tað. Tær báðar stóru kommunurnar í oynni,Vágur og Tvøroyri, samdust sínamillum um, hvussu tað var best at skipa oynna við skúlabygging i Vági og røktarheimi á Tvøroyri. Og vit samdust enntá um at fyrireika at leggja alla oynna í eina kommunu, sum landsstýrið hevur sóknast eftir. Men kortini sópaði landsstýrið alt av vegnum og trumfaði sín vilja ígjøgnum við einum skúladepli í Hovi.
Landsstýrið skúgvaði alla Suðuroy til viks og tí fara vit ikki at leypa á leistum fyri at bjarga loysnini hjá landsstýrinum.

Byggja kanska røktarheim sjálvur
Kristin Michelsen sigur, at verður eitt stórt røktarheim bygt í Suðuroy, verður parturin hjá Tvøroyrar kommunu kanska einar 6-8 milliónir.
Landsstýrið betalir helmingin av røktarheimsbygging við okkara 6-8 milliónum og somu upphædd frá landsstýrinum, hava vit einar 12-16 milliónir at ráða yvir.
Tá er tað sannlíkt at vit fara at byggja eitt røktarheim sjálvi, tí 12-16 milliónir røkka langt til eittrøktarheim á Tvøroyri til okkara borgarar, sigur Kristin Michelsen.
Tað verður í øllum førum hvørki hinar kommunurnar í Suðuroy, ella landsstýrið, sum skulu gera av, hvat Tvøroyrar Kommuna skal gera, leggur hann afturat.