Onki at spæla fyri

Skála hevur onki at spæla fyri og Alexander Johansen viðgongur eisini, at hetta hevði sína ávirkan á dystin.
- Vit hava onki at spæla fyri longur, og eg haldi eisini at okkara avrik í gjár var merkt av tí.

 

Alexandur sigur, at sjálvandi fara teir altíð eftir tí, teir kunnu fáa, men at tað ikki altíð er so lætt at seta seg upp til uppgávuna.
Tað gekk heldur onki serligt hjá Skála næstan allan dystin, men seinasta korteri spílaðu teir seg út, og fingu hálað eitt stig við sær heim.
– Pauli fór út í hálvleikinum og Bogi kom inn, og vit løgdu um til at spæla 4-4-2. Tað riggaði ikki heilt, men so tá Bjarni og eg vórðu tiknir út og Debus og Bárður komu inn,  riggaði kantspælið betri, samstundis sum B36 slakkar eitt sindur av og so fingu vit javna, sigur Alexandur Johansen.